24.06.2019 · Heilsumálaráðið

Rætturin til at brævatkvøða til løgtingsvalið 2019

Rætturin til at brævatkvøða til løgtingsvalið 2019

Fyrsta september eru 4 ár liðin síðan seinasta løgtingsval, og tískil er løgtingsval í hondum. Heilsu- og innlendismálaráðið skal gera vart við, at sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, longu nú kunnu brævatkvøða við at venda sær til kommunur, sendistovur o.a. Øll onnur kunnu í fyrsta lagi brævatkvøða eina viku áðrenn valdagin.

Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Mint verður á, at hesi skulu søkja um at koma á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum, sí nærri um rættin hjá lesandi uttanlands og umsóknarblað her.

Á umsóknarblaðnum skal tann lesandi eitt nú upplýsa heiti á útbúgvingini, men tað er ikki neyðugt við váttan frá útbúgvingarstaðnum.”

Heilsu- og innlendismálaráðið sendir í hesum døgum brævatkvøðutilfar út til kommunur, sjúkrahús, sendistovur, reiðarí o.o., sum møguligt er at brævatkvøða hjá. Um reiðarí ella onnur hava tørv á brævatkvøðutilfari, er tað møguligt at seta seg í samband við Heilsu- og innlendismálaráðið fyri at gera nærri avtalu.”