24.04.2024 · Heilsumálaráðið

Heilsutrygdargjald rindast aftur

Heilsutrygdargjald rindast aftur

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fingið undirtøku frá landsstýrinum, at tilevna uppskot til lógarbroyting, ið ásetir, í hvønn mun heilsutrygdargjaldið, sum er kravt av órøttum, kann rindast aftur.

Mett verður, at neyðugt er at gera eina lógarbroyting, soleiðis at heimild fæst til at rinda heilsutrygdargjald aftur í tíð til persónar, sum av órøttum hava goldið ov nógv í heilsutrygdargjaldi.

Miðað verður ímóti, at lógaruppskotið um broyting í heilsutrygdarlógini verður klárt til at leggja fyri Løgtingið fyrst í komandi tingsetu.

Málið um útisiglarar og heilsutrygdargjaldið

Føroya Rættur hevur staðfest, at Heilsutrygd ikki kann krevja heilsutrygdargjald frá persónum, ið longu hava goldið eitt gjald til eina sosiala skipan í øðrum landi, ið er  fevnt av “Nordisk konvention om social sikring”.

Málið varð kært til Landsrættin. Landsrætturin tók ikki støðu til innihaldið í málinum, men kom til ta niðurstøðu, at Heilsutrygd ikki hevði rættarmálsføri at stevna pørtunum í mun til avgerðirnar hjá kærunevndini.

Heilsutrygd søkti Procesbevillingsnævnet um at sleppa at royna málið í Hægsta Rætti. Heilsutrygd fekk tó noktandi svar frá Procesbevillingsnævnet, og sleppur sostatt ikki at royna málið í Hægsta Rætti.

Sambært heilsutrygdarlógini § 24, stk. 2 er ásett, at øll, ið eru búsitandi í Føroyum, skulu gjalda heilsutrygdargjald. Sambært “Nordisk konvention om social sikring” skal persónur rinda gjald til sosiala trygging í landinum, har viðkomandi arbeiðir. Heilsutrygdarlógin er sostatt ikki í tráð við “Nordisk konvention om social sikring”.

Í løtuni verður lógaruppskot viðgjørt í Løgtinginum, ið ásetir, at persónar, sum rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi vísandi til «Nordisk konvention om social sikring», og sum ikki kunnu draga gjaldið frá vísandi til skattalógina, kunnu søkja um at verða undartiknir fyri at rinda heilsutrygdargjald í Føroyum.